Ólafur Ragnar Grímsson ivast

Ólafur Ragnar Grímsson ivast
Forseti í Íslandi er nú farin at ivast í, um hann skal stilla uppaftur til forsetavalið 25.juni
 
09.05.2016 - 11:05

Summir eygleiðarar í Íslandi vænta, at hann longu í dag fer at boða frá, at hann tekur uppstillingina aftur.

Orsøkin er, at 68 ára gamli Davíð Oddsson, fyrrverandi forsætisráðharri, púra óvæntað kunngjørdi í gjár, at hann stillar upp. Harafturat hevur 47 ára gamli søgufrøðingurin Guðni Thorlacius Jóhannesson boðað frá, at hann stillar upp. 

Sambært veljarakanningum er hann væl dámdur og í prosentum beint aftan fyri Ólaf Ragnar Grímsson.  

Rúkandi ósamdir

Tá Davíð Oddsson stillaði upp, gjørdist greitt, at valstríðið verður politiskt og persónligt.

Davið Oddsson og Ólafur Ragnar Grímsson eru rúkandi ósamdir um politikk og vóru mangan í hørðum orðadrátti áðrenn Ólafur Ragnar gjørdist forseti, og ósemjan teirra millum steðgaði ikki, hóast annar gjørdist forseti. 

Fakta:

Ólafur Ragnar Grímsson, sum fyllir 73 leygardagin, hevur verið forseti í Íslandi síðani 1996. Í nýggjársrøðu sínari kunngjørdi hann, at hann stillaði ikki uppaftur.

Men 18.apríl boðaði hann frá, at hann stillar upp kortini. 

Orsøkin var, segði hann, støðan í íslendska politikkinum eftir at Panamaskjølini avdúkaðu, at millum annað forsætisráðharrin hevði átt pengar í skattaskjóli.  

Ólafur Ragnar Grímsson segði eisini, at fólk bóðu hann um at stilla uppaftur.

Evsta mark at stilla upp til forsetavalið er 21.mai. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659