Fáa bót á Tvøroyri

Fáa bót á Tvøroyri
Tvøroyrar Býrað hevur gjørt samstarvsavtalu við Føroya Landfúta um upptøku av leysgangandi djórum í kommununi, og aktingarmaðurin er nú settur
 
09.05.2016 - 11:31

Oddur Dimon er settur sum aktingarmaður, og hann byrjar í starvinum í næstu viku.

Tá verður sostatt galdandi, at um leysgangandi djór eru til ampa fyri fólki, skal sigast frá á politistøðini á tlf. 35 14 48. 

Løgreglan setir seg síðan í samband við aktingarmannin, sum tekur upp djórið og setir tað í varðveitslu. 

Dýrt fyri eigaran

Er talan um ein hund, kostar tað 300 krónur bara fyri upptøku. Síðani skalt tú rinda 125 krónur um dagin, meðan hundurin er í varðveitslu hjá aktingarmanninum. 

Fyri kettur, kaninir, gæs, dunnur, høsn og onnur smádjór er upptøkugjaldið 125 krónur, og so 35 krónur fyri hvørt samdøgur.

Fyri seyð er upptøkugjaldið eisini 125 krónur, men tey fyrstu seks samdøgrini kostar tað 60 kronur um samdøgrið og síðani 35 krónur samdøgrið. 

Dýrast er hjá teimum, sum hava ross ella onnur stórdjór, sum aktingarmaðurin hevur tikið. Tað kostar 600 krónur í upptøkugjaldi, og so 125 krónur fyri fóður fyri hvørt samdøgur.

Pengarnar fyrst

Og djórið verður ikki latið eigaranum aftur, fyrr enn henda rokningin er goldin, stendur í avtaluni millum Tvøroyrar kommunu og Føroya Landfúta.

Løgreglan í Havn skal hava boð um leysgangandi djór, - tlf. 351448. Og aktingarskipanin virkar alt samdøgrið. 

Tú kanst lesa meira um aktingarmannin hjá Tvøroyrar kommuni á heimasíðuni tvk.fo.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329