Óvissa um hondkeypssølu í miðbýnum

Óvissa um hondkeypssølu í miðbýnum
Tjaldurs apotek og Tórshavnar kommuna hava samráðst um leigusáttmála
 
20.05.2016 - 07:59

Í løtuni er óvist, nær tað fer at bera til at keypa apoteksvørur í gamla bankabygninginum í Niels Finsensgøtu í Havn.

Tjaldurs apotek og Tórshavnar kommuna hava samráðst um leigusáttmála. 

Býráðið skuldi taka støðu til málið í gjárkvøldið. 

Men tilmælið frá umsitingini og Fíggjarnevndini um at gera ein tíggju ára leigusáttmála varð tikið av skránni.

100 kr. fermeturin

Tjaldurs apotek vísir á, at býráðið av fyrstan tíð vildi hava apotekið at lata upp eina deild í miðbýnum.

Talan skuldi vera um eina royndartíð í eitt ár uttan húsaleigu. Síðani skal ein eftirmeting gerast.

Sambært uppskotinum um leigusáttmála verður hølið, sum apotekið skal leiga til handil, 62,3 fermetrar, og leigan er 1000 kr. fyri fermeturin um árið. 

Harafturat eru goymsluhøli og ein triðingur av felagshøli í kjallaranum, sum kosta 500 krónur fermeturin at leiga um árið.

Í fyrsta umfari fer ikki at bera til at keypa heilivág, sum lækni hevur ávíst, men bara hondkeyp, í deildini hjá Tjaldurs apoteki í miðbýnum í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938