Áki Egilsnes til Danmarkar at spæla hondbólt

Áki Egilsnes til Danmarkar at spæla hondbólt
Áki Egilsnes hevur skrivað sáttmála við danska felagið TMS Ringsted
Mynd: jn.fo  
 
23.05.2016 - 21:29

Hóast hann bara er 19 ára gamal, so telist Áki Egilsnes millum allarbestu spælararnar í føroyskum hondbólti.

Komandi kappingarár skal hann spæla í Danmark fyri TMS Ringsted, sum spælir í næstbestu donsku deildini.

Sáttmálin varð undirskrivaður í dag.

Áki Egilsnes sigur, at umboð fyri TMS Ringsted hava hugt at fleiri sjónbondum av dystum hjá VÍF, og tað er har áhugin er komin.

- Teir hava hugt at mær í eina tíð, og vit hava samkift umvegis telefonina. Eg ivaðist ikki í at taka av, tá teir bjóðaðu mær sáttmála, sigur Áki Egilsnes við kvf.fo

Felagið vil flyta upp

TMS Ringsted var nær við at flyta upp í bestu deildina í júst farna kappingarárið, og felagið hevur greitt Áka Egilsnes frá, at uppflyting er málið fyri komandi kappingarár.

Tað hevur nógv at siga fyri meg, at felagið hevur sett sær høg mál, og tað gjørdi tað nógv lættari at taka avgerðina, sigur Áki Egilsnes við kvf.fo.

Sáttmálin millum Áka Egilsnes og TMS Ringsted er galdandi í tvey ár.

Áki byrjar í felagnum 1.august.

mynd: jn.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672