Ikki rætt at siga skúlaleiðara úr starvi

Ikki rætt at siga skúlaleiðara úr starvi
Løgtingsins Umboðsmaður gevur Lærarafelagnum viðhald í, at tað ikki var rætt at siga skúlaleiðaranum í Hvalvík úr starvi
 
24.05.2016 - 16:27

Lærararfelagið hevur fingið viðhald frá Løgtingsins Umboðsmanni um, at tað ikki var rætt at siga skúlaleiðaranum í Hvalvíkar skúla úr starvi, áðrenn úrslitið av fólkaatkvøðuni í Sundalagnum um skúlasamanlegging var greitt.

Tað skrivar Skúlablaðið á netinum. Umboðsmaðurin heitir á Mentamálaráðið um sum skjótast at taka málið til nýggja viðgerð.

Skúlaleiðarin var sagdur úr starvi til fyrsta august í ár, tí skúlin í Hvalvik Streymnesi skal niðurleggjast, sum sjálvstøðugur skúli, tí Sunda Kommuna ætlar at hava ein skúladepil á Oyrarbakka.

Men ein fólkaatkvøða í Hvalvík Streymnesi, og í Hósvík vísti, at fólki í bygdunum vildu varveita skúlarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974