Eingin framhaldsdeild í Sankta Frants skúla

Eingin framhaldsdeild í Sankta Frants skúla
Mentamálaráðið vil ikki góðkenna framhaldsdeildina sum eina royndarverkætlan
 
05.06.2016 - 13:17

Skal skúlabygnaðurin í Tórshavnar kommunu broytast, so skulu allir partar vera við.

Tað eru boðini sum mentamáladeildin hjá Tórshavnar kommunu hevur fingið frá Mentamálaráðnum.

Helena Dam á Neystabø er forkvinna í mentamálanevndini sigur, at niðurstøðurnar hjá mentamálaráðnum eru tær, at tað ikki er ein royndarverkætlan at skipa framhaldsdeild í Sankta Frants skúla sambært fólkaskúlalógini.

Skal ein broyting gerast í skúlabygnaðinum sum viðførir, at man vil hava framhaldsdeild, so skal tað fara fram sambært fólkaskúlalógini.

Tað merkir, at man setur umboð fyri øll skúlastýrini í ein arbeiðsbólk at fyrireika hvussu tann nýggi bygnaðinum í Tórshavnar kommunu so skal síggja út og hetta tekur longur tíð enn fram til summarfrítíðina at gera, sigur Helena Dam . 

Skúlabygnaðurin sum vit hava nú, varð samtyktur av einum samdum býráði í 2012, leggur hon afturat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342