Sam flutti 14.000 ferðafólk og 1400 bilar

Sam flutti 14.000 ferðafólk og 1400 bilar
Ferðafólktalið á Kalsoyarleiðini er vaksið stívliga hálvt fjórða prosent í ár, hóast Sam ikki sigldi í hálvan annan mánað
 
08.06.2016 - 07:53

Hóast færri enn hundrað fólk búgva í Kalsoynni, ferðaðust yvir 14.000 fólk á Kalsoyarleiðini frá nýggjárinum til 22.mai í ár.

Og Sam flutti stívliga 1.400 bilar.

Ferðafólkatalið er stívliga hálvt fjórða prosent størri í ár enn í fjør, hóast Sam ikki sigldi í hálvan annan mánað.

Á beding í 44 dagar

Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur svarað 12 spurningum frá Bjørn Kalsø, løgtingsmanni, um Kalsoyarleiðina.

Sam var á beding í 44 dagar í vár. Tá sigldi Jósup, og tí bar ikki til at fáa bilar í Kalsoynna hvønn dag, men bara tveir dagar um vikuna, tá Ternan sigldi.

Bjørn Kalsø spurdi Henrik Old, um hann heldur, at sjóvegis ferðasambandið í Kalsoynna hevur verið nóg gott higartil í ár.

Landsstýrismaðurin svarar, at ikki kann sigast annað enn, at tænastan hevur verið rættiliga góð. 

Samanumtikið vórðu allir túrar á Kalsoyarleiðini frá 1.januar til 22.mai sigldir sambært ferðaætlanini, 1.752 túrar, sigur Henrik Old.

Vilja hava sítt egna avloysaraskip

Hann ásannar tó, at tað hevði verið bæði høgligari og betri, um Strandfarskip landsins høvdu sín egna bát at avloysa Sam í staðin fyri at skula leiga bátar.

Strandferðslan hevur í eina tíð kannað møguleikan at keypa ein hóskandi bát uttanlands. Serliga hevur ein bátur í Noregi áhuga. 

Hilmar Eliasen, stjóri, sigur við Útvarpið, at í næstu viku verður væntandi avgjørt, hvat skal gerast. 

Hin møguleikin er at byggja ein bát, um ikki eydnast at finna ein bát, sum uttan tær stóru útreiðslurnar lýkur krøvini hjá Sjóvinnustýrinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
Tvey velja páskatónleik
206614
Leygardag 4. apríl
Jambalaja - 040426
206613
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Leygardag 4. apríl
Morgunlestur leygardagur 4.apríl 2026
205933
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563