Fígging landsins flytur í landsbankan

Fígging landsins flytur í landsbankan
Alt verður, sum tað var, áðrenn landsbankin varð tikin av. Uppskot um at endurstovna landsbankan er nú til hoyringar
 
08.06.2016 - 08:33

Virksemi og starvsfólk, sum fluttu, tá Landsbankin varð afturlatin 1.apríl í 2013, flyta sama vegin aftur, tá Landsbankin letur upp aftur tann 1.januar 2017.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur gjørt uppskotið um lógina, sum skal endurstovna Landsbankan. Uppskotið er nú til hoyringar.

Lógin skal koma í gildi 1.januar næsta ár, men nevnd bankans kann veljast longu 1.oktober í ár.

Fígging landsins flytur í Landsbankan

Í viðmerkingunum um lógaruppskotið stendur, at virksemið hjá Fígging landsins, sum nú er partur av Gjaldstovuni, flytur í Landsbanka Føroya. 

Og partur av virkseminum hjá Hagstovuni verður eisini fluttur í nýggja Landsbankan. Játtan flytur við, og starvsfólk kunnu flyta við.  

Ætlanin er, at nýggi Landsbanki Føroya skal ikki kosta meira enn gamli Landsbankin kostaði.

Landsbankin kann fara at ávirka støðuna hjá hinum peningastovnunum, tí almennir grunnar og kommunur kunnu brúka Landsbankan í staðin fyri hinar bankarnar ella sparikassarnar. 

Sjey nevndarlimir

Í heyst skal landsstýriskvinnan velja sjey fólk í nevndina hjá Landsbankanum. 

Landsstýriskvinnan velur sjálv tveir nevndarlimir, Fróðskaparsetrið tilnevnir tveir, arbeiðsgevarar ein, fakfeløgini ein og kommunurnar tilnevna ein nevndarlim. 

Nevndin setur landsbankastjóran. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166