Drotningin kemur sunnudagin

Drotningin kemur sunnudagin
Vitjað verður í Suðuroynni, á Sandi og í Havn
 
08.06.2016 - 10:18

Margreta drotning kemur í næstu viku á almenna vitjan í Føroyum. Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini, sum byrjar mánadagin í Suðuroy.

- Tað eru seks ár síðan, at danska kongshúsið seinast vitjaði í Føroyum, so vit gleða okkum til í næstu viku. Skráin er bæði umfatandi og fjølbroytt, og tí kann Margreta drotning gleða seg til nakrar spennandi dagar, sigur Aksel. V. Johannesen, løgmaður, í tíðindaskrivi.

Hesaferð vitjar drotningin á Tvøroyri, í Hovi, Hvalba, Sandvík, Havn og á Sandi. Margreta drotning kemur til Føroya við flogfari seinnapartin sunnudagin, og hon fer av landinum aftur hósdagin 16. juni.

Her er skráin fyri drotningavitjanina

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959