Tænastumenn fáa ikki rentustuðul til egin hús

Tænastumenn fáa ikki rentustuðul til egin hús
Annita á Fríðríksmørk heldur, at tænastumenn eru við skerdan lut, og hevur sett Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, fyrispurning
Annita á Fríðriksmørk hevur sett Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, fyrispurning
 
18.06.2016 - 13:55

Prestar og onnur, sum hava fingið álagt at búgva í øðrum húsum enn sínum egnu, hava ikki rætt til at fáa rentustuðul av lánum í húsunum, sum tey eiga.

Annita á Fríðriksmørk í Tjóðveldi hevur sett Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, spurning um málið.

Lógin um rentuútreiðslur av lánum ásetur, at tann, sum fær rentustuðul, hevur lán og býr í sethúsunum. 

Men summi sleppa ikki at búgva í egnum húsum, hóast tey óbeinleiðis eru noydd at hava síni egnu hús. 

Prestar og læknar

Talan er m.a. um prestar, læknar og aðrar tænastumenn, sum sambært lóg skulu búgva í tænastumannaíbúðum, sum hoyra til embætið, men sum tænastumenninir ikki eiga.

Teir skulu rinda leigu fyri íbúðina, men hava ikki rætt til rentustuðul til sínu egnu hús, tí teir búgva ikki í teimum, sigur Annita á Fríðriksmørk.

Prestar og onnur, sum hava fingið álagt at búgva í øðrum húsum enn sínum egnu, hava tí nógv tyngri lánsbyrðu av sínum sethúsum enn onnur. Húsaprísurin er stýrdur av marknaðinum, og rentustuðulin er við í prísásetingini.

Tí eru hesir tænastumenn við skerdan lut. Teir noyðast at kappast um húsakeyp, uttan at hava rætt til rentustuðul, við fólk, hava rætt til stuðulin, sigur Annita á Fríðriksmørk í viðmerkingunum til fyrispurningin. 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688