Avgerðin fellur fyri summarfrítðinina

Avgerðin fellur fyri summarfrítðinina
Nú fæst skjótt at vita, hvussu verður við umstríddu havnarútbyggingini í Havn. Tað ætlar landsstýriskvinnan í innlendismálum í øllum førum
 
21.06.2016 - 10:11

Avgerðin um, hvørt Tórshavnar Havn sleppur at byggja út, verður tikin fyri summarfrítíðina. Tað ætlar landsstýriskvinnan í innlendismálum, Sirið Stenberg.

Býarskipananarnevndin hjá landinum mælti frá, at Tórhavnar Havn slapp at byggja út og heldur fast um ta avgerðina.

Landsstýriskvinnan eigur at síggja burtur frá meginpartinum av grundgevingunum fyri frámælinum hjá Býarskipanarnevndini hjá landinum um ikki at loyva Tórshavnar Havn at byggja út.

SÍ EISINI Mæla frá at bygt verður út

Millum annað tað var svarið hjá Tórshavnar kommunu í apríl til niðurstøðuna hjá Býarskipanarnevndini hjá landinum, sum mælti frá at broyta byggisamtykina, so Tórshavnar Havn kundi byggja út.

Tað er landsstýriskvinnan í Heilsu- og Innlendismálum, Sirið Stenberg, ið eigur endaligu avgerðina, men hóast málið hevur ligið á hennara borið í fleiri mánaðir, hevur hon onga avgerð tikið enn.

Hon vildi hava Býarskipanarnevndina at svara hoyringssvarinum frá Tórshavnar kommunu. Tað gjørdi Býarskiparnanevndin í mai, og har kemur hon við viðmerkingum til svarið frá Tórshavnar kommunu.

SÍ EISINI Halda fast við ætlanina at byggja út

Men Býarskipanarnevndin skrivar eisini, at hon annars ikki hevur aðrar viðmerkingar til málið. Tað vil siga, at nevndin hevur ikki broytt hugsan um at mæla frá, at byggisamtykin, og harvið útbyggingin, verður loyvd.

Sostatt stendur tað nú til landsstýriskvinnuna at gera av, um loyvi skal gevast til at útbyggja Tórshavnar Havn. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, segði mánadagin, at hon hevur ikki tikið avgerðina enn, men at arbeitt verður við málinum í Heilsu- og Innlendismálaráðnum.

Sirið Stenberg vildi mánadagin ikki siga fyri útvarpinum, nær hon tekur avgerðina, men at tað verður áðrenn summarfrítíðina. Tað vil siga seinast í juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 11. desember
RagnarRokk 11.desember 2025
200094
Hósdag 11. desember
Kvørnin: Trý føroysk jólaløg
201384
Hósdag 11. desember
Nýtt ljóð
201382
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388
Hósdag 11. desember
Christian Matras - hvat gat eg sagt (1:2)
201392
Mikudag 10. desember
Hetjur í hæddunum
73356
Mikudag 10. desember
Vigdís 2:4 - teknmálstulkað
201326
Mikudag 10. desember
Vigdís 1:4 - teknmálstulkað
201310