Havnarútbygging fer í gongd

Havnarútbygging fer í gongd
Tórshavnar kommuna sleppur at fara undir ta stóru havnarútbyggingina. Landsstýriskvinnan lurtar ikki eftir Býarskipanarnevnd landsins
 
01.07.2016 - 08:44

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur játtað Tórshavnar kommunu at fara í gongd við ta stóru útbyggingina av Tórshavnar Havn. Ein treyt fyri at byggja út Tórshavnar havn, er, at byggisamtyktin fyri økið verður broytt.

Býarskipanarnevndin hjá landinum, ið er fakliga ráðgevandi nevndin hjá landsstýrinum, mælti frá, at havnarlagið í Havn verður útbygt, soleiðis sum Tórshavnar kommuna ætlar.

SÍ EISINI Avgerðin fellur fyri summarfrítíðina

Tórshavnar kommuna ætlar at víðka eystara havnarøkið 124.000 fermetrar. Upprunaliga skuldi grót eisini fyllast upp frammanfyri Skansan, men tann parturin av verkætlanin er sleptur.

Býarskipanarnevndin metir tó samanumtikið, at tað er ikki góð planlegging at staðseta eina stóra góðs- og bingjuhavn beint úti fyri miðbýin í Havn.

Landsstýriskvinnan lurtar ikki eftir tilmæli

Havnin hevði ligið betur aðrastaðni í kommununi, helst burtur frá bygdum øki, har ferðsluviðurskiftini eru betri, og har tað slepst undan ampa av ferðslu, óljóði og øðrum, metir Býarskipanarnevndin.

Eisini heldur nevndin, at útbyggingarmøguleikarnir aftaná ætlaðu úgbyggingina eru avmarkaðir. Tórshavnar kommuna hevur síðan gjørt sínar viðmerkingar til niðurstøðuna hjá Býarskipanarnevndini, og nú hevur Sirið Stenberg skorið ígjøgnum.

Landsstýriskvinnan lurtar ikki eftir tilmælinum frá Býarskipanarnevndini, men eftirlíkar í staðin ynskinum frá Tórshavnar kommuna ommunu á møti.

Aðrir møguleikar eisini kannaðir

Samanumtikið metir Heilsu- og innlendismálaráðið, at Tórshavnar kommuna hevur sakligar og rímiligar grundgevingar fyri, hví tað er skilagott at broyta byggisamtyktina, so Tórshavnar havn kann byggjast út.

Tórshavnar kommuna sigur seg hava kannað aðrar møguleikar at gera nýggja góðshavn, eitt nú at víðka verandi havnarlag á Oyrareingjum og á Sundi.

Somuleiðis sigur kommunan seg hava ætlanir um at gera eitt spor til tunga ferðslu av havnarlagnum og niðan á ovaru rundkoyringina fyri soleiðis at bøta um ferðsluviðurskiftini.

400 milliónir á muni á tilboðunum

Tórshavnar kommuna metir, at komandi útbyggingin av Tórshavnar havn fer at nøkta tørvin fram til 2045. Tilboðini at útbyggja Tórshavnar havn, vórðu latin upp longu í mars mánaði.

J&K Petersen hevði lægsta tilboð, 387 milliónir. Dýrasta tilboðið var slakar 800 milliónir krónur. Grót, sum verður keypt frá Búnaðarstovuni, skal leggjast afturat byggikostnaðinum, og útreiðslur eru eisini av verkætlan, eftirliti og trygging.

Tað eydnaðist ikki útvarpinum at fáa samrøðu við Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í innlendismálum, til tíðindasendingina hóskvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. november
Dansival 12. november 2025
199849
Hósdag 13. november
Breddin: Sjúklingar detta millum skipanir
199843
Mikudag 12. november
Skratsj 12. novembur 2025
199810
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 13. november
Veðrið
199872
Mikudag 12. november
Sjarma, sjálvalit & lekkurt hár
199805
Mikudag 12. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199801
Týsdag 11. november
Veðrið
199775
Týsdag 11. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
199759