Ansa tær: Her kanst tú nú fáa klipp í koyrikortið

Ansa tær: Her kanst tú nú fáa klipp í koyrikortið
Koyrir tú fram við Steinatúni í miðbýnum í Havn, skalt tú ansa eftir, hvussu tú koyrir á strekkinum. Tað kann gerast dýrt hjá tær
Koyrir tú á vegastrekkinum við Steinatún í Havn, eigur tú at leggja til merki til nýggju vegamerkingarnar. Annars kann tað kosta tær klipp í koyrikortið
Mynd: Tórshavnar kommuna á Facebook  
 
13.07.2016 - 09:21

Næstu tríggjar vikurnar eigur tú helst at hugsa teg væl um, tá tú koyrir bil fram við Steinatúni í høvuðsstaðnum, har nýtt torg og bussterminalur skulu gerast.

Nýggjar avmerkingar eru gjørdar á vegastrekkinum, og bilførarar, ið koyra vestureftir strekkinum, hava ikki loyvi til at snara oman í Tórsgøtu móti Vágsbotni.

Harumframt eiga bilførarar, ið koma úr vesturbýnum at geva gætur, at vegastrekkið er merkt við nýggjum strikum, har ikki er loyvt at fara um fult upptrektar strikur.

Greinin heldur fram niðanfyri

Bilførarar, ið ikki virða ella síggja nýggju uppmerkingina á vegastrekkinum, kunnu fáa klipp í koyrikortið, boðar Tórshavnar kommuna frá á Facebook.

Tað gongur eitt sindur striltið at fáa bilførarar at fylgja ferðsluásetingunum í Steinatúni, sigur kommunan. Arbeiðið verður sambært kommununi liðugt á ólavsøku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980