Neyðugt at taða lendið

Neyðugt at taða lendið
Nógv koyring í haganum oyðileggur lendið á Sornfelli. Tí er neyðugt at taða, fyri at fáa gróður í aftur, hóast økið er í 570 metra hædd
 
13.07.2016 - 11:42

Koyring við ATV-arum, lendisakførum ella bóndasúkklum, sum tey eisini verða kallað, og øðrum akførum við vegin niðan á Sornfelli gjørdi, at Umhvørvisstovan gav loyvi til at taða í 570 metra hædd.

Tveir festarar søktu um undantaksloyvi at taða oman fyri 250 metrar fyri at bjarga lendinum, sum akfør skemma.

Í undantaksloyvunum, sum festararnir fingu í apríl, sæst, at endamálið við taðingini er, sambært umsóknunum, ein roynd at fáa meira gróður og forða fyri, at skaðin versnar.

Náttúrugripasavnið mælti frá

Umsóknin varð send til ummælis hjá Náttúrugripasavninum, Búnaðarstovuni og Tórshavnar kommunu. Náttúrugripasavnið mælti frá og mælti í staðin til at seta forboð fyri at koyra í haganum.

Náttúrugripasavnið sigur, at taðingin skaðar nátúrligu plantusamansetingina í haganum. Búnaðarstovan tekur undir við skynsamari taðing fyri at fáa gróður aftur í lendið og forða fyri erosjón.

Men Búnaðarstovan leggur tó nógvar treytir við fyri at avmarka ávirkanina á náttúruna. Tær treytirnar hevur Umhvørvisstovan so tikið við í loyvunum.

SÍ EISINI Fýra undantaksloyvi latin

Heilsu- og umhvørvisdeildin hjá Tórshavnar kommunu gevur sítt viðmæli við teirri treyt, at taðað verður sum fyriskrivað í kunngerðini um taðing. Í loyvunum stendur annars, at økið fram við vegnum niðan á Sornfelli er i longri tíð taðað við flottøðum.

Søkt varð um undantaksloyvi í fimm ár, men loyvini, sum eru latin, eru galdandi til 31. august 2018. Eftir tann dag verða loyvini eftirmett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162