Tí vildi Johnny hava longda freist

24.07.2016 - 13:04
InnlendisPolitikkur
Tí vildi Johnny hava longda freist
Summarfrítíðin og neyvari viðgerð bera í sær, at fiskivinnunýskipanarnevndin hevur fingið tveir mánaðir afturat at skriva tilmælið

Nevndin, sum skal koma við tilmæli um nýggja fiskivinnuskipan, fekk hósdagin longda freist at koma við sínum tilmæli. Upprunaliga skuldi arbeiðið vera liðugt fyrsta august, men nú hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum givið nevndini til 1. oktober at skriva tilmælið.

Summarfrítíðin er ein atvold, sigur formaðurin í nýskipanarnevndini. Ein onnur orsøk er, at tað hevur verið trupult at finna semju um, hvussu mest fæst burturúr fiskivinnuni.

Tað verður bara eitt tilmæli

Landsstýrissmaður hevur boðað frá, at hann vil hava eitt tilmæli frá nýskipanarnevndini. Hann vil ikki hava fleiri minniluta tilmæli. Í nevndini eru øll ikki altíð eru samd, men Johnny í Grótinum væntar at handa Høgna Hoydal eitt samt tilmæli um, hvussu fiskivinnan í Føroyum skal skipast, tá verandi skipan fer úr gildi á nýggjárinum næsta ár.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444