- Feitt at Cliff Richard hitar upp fyri okkum

- Feitt at Cliff Richard hitar upp fyri okkum
Tveir forkølaðir menn fóru eftir einum nýprentaðum fjepparajakka, meðan Cliff Richard hitaði upp fyri teir á Vágsbøi
05.08.2016 - 23:30

Cliff Richard syngur um summarferiur og celebrations. Teir báðir Páll og Danny frá ongum øðrum enn Danny & the Veetos standa við ein prentingarvogn á torginum. Um slakar tveir tímar skulu teir á pall, men nøkur ørindi skulu líka gerast áðrenn.

 

- Vit hava lurtað eftir Cliff Richard, ella faktiskt hava vit bara gjørt fyrireikingar. Vit hava sitið heima og drukkið nógv the. Vit eru faktiskt rættiliga forkølaðir. Ja, báðir eru forkølaðir...

 

Hóast báðir tveir hava fingið krím, so er tað einki, sum heldur teimum aftur.

 

- Nei nei nei, ert tú ør! Vit berjast ígjøgnum tað. Í gjár knekkaði eg eitt sindur, tá vit spældu til pisudagarnar. Ja, førkølilsi byrjaði longu tá. Men vit hopa, at tað gongur í kvøld.

 

- Vit eru tað síðsta á skránni í kvøld, og tað er ótrúliga stórt!

Danny & the Veetos hava rættiliga fingið vind í seglini. Serliga eru tað kendu løgini Sunnukvøld í mai og Alright, sum føroyingum dámar sera væl. Av tí sama hava teir eisini fingið eitt gott pláss á skránni. Teir spæla á ongum øðrum enn stóra palli klokkan 01.00 hósnátt.

 

- Vit eru tað síðsta á skránni í kvøld, og tað er ótrúliga stórt! Eg veit ikki, hvussu tað ber til, men tað er stuttligt, at vit eru sloppnir so langt upp á so stutta tíð.

 


Mann legði ikki til merkis, at teir báðir høvdu krím. Danny & the Veetos spældu eina feita konsert hósnáttina.

 

Fjepparar prenta fjepparajakka

Teir báðir hava faktiskt eitt ørindi á torginum. Teir standa við ein vogn og hava júst fingið eina grøna troyggju við gullprenti á.

 

- Ja, hetta er ein Danny & the Veetos fjepparajakki. Á G! Festivalinum gjørdu Margar og Oddmar ein jakka til okkara. Heeeyy, vit doyðu næstan. Tað er so kul. Ja, eg fari nokk í jakkan til síðst á konsertini. Tað er nokk so kul, um vit spæla, og so fari eg út og komi inn aftur í jakkanum, sigur Danny. 

 


- Hetta er faktiskt eitt tað flottasta, eg nakrantíð havi sæð. Takk fyri Margar!

 

Liva dreymin sum 25 og 24 ára gamlir

- Vit hava spælt ekstremt nógv í seinastuni. Í miðal hava vit spælt fimm konsertir um vikuna. Tað virkar í øllum førum so. Tann eina dagin vóru tað fýra konsertir upp á ein dag: Summarcup, Oyndradagur, Við Brúnna og eitt brúdleyp. Tað er faktiskt ræðuliga sjúkt. So vit liva dreymin sum 25 og 24 ára gamlir.

 

Teir spæla tó ikki bara konsertir. Teir hava eisini givið eitt videolag út, sum longu hevur rokkið víða. Eftir eina góða viku hevur spildurnýggja sjónbandalagið Alright higartil fingið 15.351 views. 

 

 

- Videolagið varð liðugt beint nú. Tað virkar sum, at tað var mega planlagt, men vit vildu bara gera eitt kul videolag áðrenn ólavsøku, tí tá sker alt. Og tað riggaði. Gudmund, framleiðarin,  segði, at fáa vit øll fólkini við, so verður tað ein feitur festival-ólavsøkustemningur. Og tað er tað, sum vit koyra uppá, tí í Føroyum er tað altíð okkurt hvørt vikuskifti um summarið. So tað er faktiskt perfekt.

 

Feitt at Cliff Richard hitar upp fyri okkum

- Ná, men vit fara faktiskt á backstage beint nú at gera okkum klárar. So fáa vit líka heilsa uppá Cliff Richard eisini.

 

- Er tað ikki nokk so gott at siga, at Cliff Richard hitar upp fyri tykkum, letur í einari gentu.

 

- Jú, tað er ordiliga deiligt, at Cliff hitar upp fyri okkum, siga Danny og Páll, sum fara tuskandi gjøgnum stóru mannamúgvuna at gera seg klárar at spæla konsert.

 

Hóast teir báðir vóru forkølaðir, so gjørdi tað ikki mun, tá teir trinu á pall. Teir spældu eina skidegóða konsert, og fjøldin kókaði. Við ballónum, royki og glimmri fingu allir festivalgestirnir eina herliga og lívliga konsertuppliving. Takk fyri!

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.