Vinnunevndin viðger fiskidagarnar

Vinnunevndin viðger fiskidagarnar
Fundir verða við áhugafeløg í fiskivinnuni, landsstýrismannin, Havstovuna og Fiskidaganevndina í morgin og týsdagin
Bjarni Hammer, formaður, og hini í vinnunevndini fara at viðgera uppskotið um fiskidagar í morgin og týsdagin
 
07.08.2016 - 10:14

Vinnunevndin fer nú at viðgera uppskotið frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um at skerja fiskidagarnar næsta fiskiár.

Fundir verða bæði í morgin og týsdagin, og nevndin hevur sent boð eftir áhugafeløgum í fiskivinnuni, einstaklingum og stovnum.

Í morgin verður fundur við feløgini Línuskip, Trolskip, Trolbátar, Meginfelag Útróðrarmanna, Osmund Justinussen, Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið.

Týsdagin verður fundur við Fiskidaganevndina, landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Havstovuna og Vørn.

Skerja 30 prosent

Sambært uppskotinum verða fiskidagarnir í fyrstu atløgu skerdir 30 prosent, men 15 prosent av døgunum verða latin útaftur til skip, sum hava brúkt sínar fiskidagar. 

Viðgerðin í vinnunevndin hevur ávísan skund, tí málið skal verða avgreitt í tinginum í seinasta lagi 18. august.

Nýggja fiskiárið byrjar 1. september. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815