Íslendingar fyrireika seg til val

Íslendingar fyrireika seg til val
Ein nýggjur flokkur stillar upp í øllum valdømum. Valið verður í heyst.
 
11.08.2016 - 08:23

Flokkarnir í Íslandi fara nú at gera listarnar til altingsvalið í heyst. 

Uppstillingarfundir verða seinni í august og fyrst í september, veit íslendska kringvarpið at siga eftir at hava tosað við allar sjey flokkar, sum ætla at stilla upp. 

Men Piratarnir, sum sambært veljarakanningum nú er størsti flokkurin, verða longu lidnir við sína uppstilling nú um vikuskiftið. 

Hóast formaðurin í Framsóknarflokkinum og onnur tingfólk og ráðharrar í stjórnarflokkunum, hin er Sjálvstæðisflokkurin, ikki vilja hava val fyrr enn valskeiðið er runnið síðst í apríl 2017, fara teir báðir flokkarnir eisini at stilla upp í næstum.

Tí greitt er, at altingsvalið verður í heyst, men valdagurin er ikki ásettur enn. 

Ein nýggjur flokkur, sum eitur Viðreisn, tað merkir endurreisn, stillar upp í øllum valdømum í Íslandi.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858