Viðgera nú jarðhitan til Glasir

bannari
Viðgera nú jarðhitan til Glasir
Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur sett av allan seinnapartin í dag at viðgera uppskotið hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um jarðhita til Glasir
 
22.08.2016 - 07:53

Jarðhitin krevur eina íløgu, sum er 13,4 milliónir krónur, og teir pengarnar hevur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, biðið Løgtingið um.

Men mikudagin, sama dag, sum fyrsta viðgerð var í Løgtinginum, boðaði Fjarhitafelagið frá, at tað hevur boðið Glasi og Landsverki fjarhita, sum ikki kostar eina krónu í íløgum. Hetta fekk Løgtingið ikki at vita, tá uppskotið kom úr Mentamálaráðnum.

Bæði Landsverk, sum hevur gjørt eitt tilmæli um jarðhita saman við rektaranum á Glasi, Boga Bech Jensen, og Umhvørvisstovan siga, at jarðhitin er tann grønasta orkuloysnin.

Landsstýriskvinnan ikki sannførd

Rigmor Dam sigur, at Fjarhitafelagið hevur ikki sannført seg um, at fjarhitaloysnin er grøn. Fíggjarnevndin fer undir at viðgera málið klokkan eitt. Ikki færri enn tríggjar landsstýriskvinnur hava fingið fundarboð.

Fíggjarnevndin hevur sent boð eftir Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, SEV, sum eigur Fjarhitafelagið saman við Tórshavnar kommunu, P/f Fjarhitafelagnum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í orkumálum, Kára Mortensen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, sum gjørdi uppritið um jarðhitan til Glasir, Demich, sum selur hitapumpur til millum annað jarðhita, Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í skúlamálum, Landsverki og Boga Bech Jensen, rektara á Glasi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375