Gera nýtt tilmæli um graslíkið

Gera nýtt tilmæli um graslíkið
Mikudagin fer Mentanarnevndin hjá Tórshavnar býráði aftur at viðgera graslíkið, sum skal á nýggja fótbóltsvøllin í Hoyvík
Umsitingin hjá býráðnum er í ferð við at gera nevndini eitt tilmæli til fundin
 
26.08.2016 - 15:46

Eitt tilboð hjá donsku fyritøkuni Laiderz Aps er 75.000 krónur lægri enn tilboðið hjá Idé møblum, sum Tórshavnar býráð skuldi atkvøða um á eykabýráðsfundinum týskvøldið.

Hetta gjørdi, at Fíggjarnevndin stutt fyri fundin bað Mentanarnevndina viðgera málið av nýggjum.

Málið byrjar við, at fimm fyritøkur, Idé møblar, Laiderz, Polytan, Uni Sport og Handilshúsið, blivu biðin um at koma við tilboði upp á graslíkið, sum skal á Hoyvíksvøllin, nýggja fótbóltsvøllin í Hoyvík.

SÍ EISINI Ósemja um nýggjan grasvøll í Hoyvík

Tá tilboðini vórðu latin upp tann 15. august, vóru tilboð komin frá Idé møblum, Polytan og Laiderz. Kommunan bað Landsbyggifelagið bjóða út arbeiðið. Landbyggifelagið fekk tilboðini og kannaði tey.

Tilboðini vórðu eisini latin upp á skrivstovuni hjá Landsbyggifelagnum. Landsbyggifelagið segði, at lægra tilboðið hjá Idé møblum leyk ikki treytirnar í útbjóðingartilfarinum.

Sum Útvarpið skilir var tilfarið undir graslíkinum ikki tað, sum biðið var um. Landsbyggifelagið segði eisini, at hini tilboðini eru ov dýr eftir fíggjarkarminum. Landsbyggifelagið vil tó hvørki vátta ella avsanna hetta.

Mæltu til at bjóða út av nýggjum

Umsitingin hjá býráðnum, trivnaðarstjórin, mentamálaleiðarin og deildarleiðarin á stjórnarskrivstovuni, tóku tó hetta til eftirtektar og mæltu til at bjóða graslíkið út av nýggjum.

Men tað helt meirilutin í Mentanarnevndini, tey fýra í býráðsmeirilutanum, ikki. Tey mæltu býráðnum til at taka av tilboðnum, sum sambært serkunnleikanum ikki leyk treytirnar í útbjóðingartilfarinum.

Men so fór onkur at kanna tilboðini betur og kom eftir, at tað eina tilboðið hjá Laiderz er 75.000 krónur lægri enn tilboðið, sum meirilutin í Mentanarnevndini vildi hava býráðið at taka av, tí tað var lægsta boðið, og kommunan kundi spara eina millión kr.

Nevnd fingið málið aftur

Mentanarnevndin hevur nú fingið málið aftur. Við í viðgerðini á Vaglinum er eitt hvassorðað skriv frá stjóranum í Laiderz sama dagin sum eykabýráðsfundurin skuldi vera.

Brævið viðger millum annað tilboðið hjá Idé møblum í ómjúkum orðum, og fyrivarni verður tikið fyri at krevja endurgjald frá kommununi, tí hon ikki heldur reglurnar um útbjóðing, lisitasjón, og tað er eisini revsivert, sigur stjórin í Laiderz Aps.

Stjórin í Laiderz vil eisini vera við, at roynt varð at halda felagið uttan fyri útbjóðingina. "Laiderz blev forsøgt holdt udenfor licitationen, hvilket dog blev forpurret," sum tað stendur í brævinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Morgunlestur fríggjadagur 29.november 2024
184108
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221