Uppboðssølan: Eingi boð komu heldur í dag

Uppboðssølan: Eingi boð komu heldur í dag
Hóast minsti prísur fyri 5.000 tons av svartkjafti varð lækkaður úr 30 niður í 18 oyru kilo, fekk Fiskamarknaðurin eingi boð í dag
Heldur ikki í morgun eydnaðist at selja tey 5.000 tonsini av svartkjafti, tá Fiskamarknaður Føroya bjóðaði út rættindini at veiða fiskin
 
06.09.2016 - 11:15

Eingin svartkjaftur varð seldur á uppboði mánadagin, tá Fiskamarknaður Føroya bjóðaði út rættindi at veiða 5.000 tons av svartkjafti fyri Fiskimálaráðið fyri 30 oyru kilo sum minstaprís.

Heldur ikki í morgun eydnaðist at selja tey 5.000 tonsini av svartkjafti. 30 oyru fyri kilo er alt ov dýrt, segði Hanus Hansen, reiðari á Nærabergi, við útvarpið mánadagin.

Prísurin skuldi lækka niður í 10 oyru, um Hanus Hansen fór at bjóða. Í gjár vóru tey 5.000 tonsini av svartkjafti fyrstu ferð bjóðað út, men tá kom heldur einki boð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286