Atlantic Airways letur flogfar aftur

Atlantic Airways letur flogfar aftur
Atlantic Airways hevur latið annað av Airbus-flogførunum, sum felagið hevur leigað seinastu árini, aftur til leasing-felagið
Atlantic Airways hevur nú latið eitt av flogførunum, felagið hevur leigað í trý ár, aftur til leasing-felagið, skrivar Check-in.dk
 
12.09.2016 - 08:04

Atlantic Airways hevur leigað flogfarið síðani 2013. Atlantsflog leigaði tvey Airbus 319-flogfør, sum serliga vórðu ætlað at flúgva ferðafólk fyri Atlantis Rejser til Egyptalands.

Av tí at viðurskiftini í Egyptalandi gjørdust so ótrygg, minkaði áhugin fyri Egyptalandi sum ferðamál, og tað er annað av hesum flogførunum, sum nú er latið aftur.

Fáa eitt nýtt flogfar í desember

Sostatt hevur Atlantic Airways bara tvey flogfør í løtuni, men í desember fær felagið eitt nýtt og størri Airbus-flogfar, Airbus 320, ið tekur 168 ferðafólk.

Flogførini, sum Atlantic Airways nýtir í løtuni, taka 144 ferðafólk. Í juni gjørdi Atlantic Airways fimm ára sáttmála við ferðaskrivstovuna Folkeferie í Danmark um leiguflúgving.

Tá Jørgen Holme var stjóri í Atlantic Airways, var ætlanin útvega eitt minni flogfar at flúgva ruturnar til Edinburgh, Reykjavík og Bergen, men tann ætlanin er slept fyribils.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770