Noreg: Trælahald á pólskum skipasmiðjum

Noreg: Trælahald á pólskum skipasmiðjum
Eksportkreditt krevur, at arbeiðsviðurskiftini á pólskum skipasmiðjum skulu kannast, áðrenn fígging verður latin
Pólskar skipasmiðjur eru komnar í ringt orð í Noregi
 
16.09.2016 - 11:34

Noreg fer at hava nógv størri eftirlit við pólskum skipasmiðjum, tá norsk skip skulu smíðast í Póllandi.

Avgerðin er tikin, eftir at blaðið, Teknisk Ukeblad, knýtti byggingina av fleiri norskum skipum at trælalíknandi viðurskiftum á Crist-skipasmiðjuni í Gdynia.

Blaðið skrivar, at ein maður úr Norðurkorea doyði, tá hann var við til at smíða eitt norskt skip í 2014, og at talan í veruleikanum var um trælahald, tí viðurskiftini vóru út av lagi vánalig.

Fáa ikki fígging

Nú fer norska stjórnin at krevja, at fígging ikki verður latin til norsk skip, sum verða bygd í Póllandi, um minstu tekin eru um trælahald.

Nú verður kravt, at serligar metingar skulu gerast av skipasmiðjuni, áðrenn fígging verður latin. Kannast skal, um arbeiðsviðurskifti og arbeiðskor eru í lagi, áðrenn fígging verður latin.

Tað er norska Eksportkreditt sum fíggjar, og sum nú krevur trygd fyri umstøðunum, tí málið við norðurkoreanska manninum verður mett sum álvarsligt, og kann ikki góðtakast, sigur fíggjarstovnurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011