Samráðast neyvan um Brexit fyrr enn næsta ár

Samráðast neyvan um Brexit fyrr enn næsta ár
Fyrrverandi ES-forseti sigur, at hann væntar ikki, at samráðingarnar byrja fyrr enn Týskland hevur fingið nýggja stjórn
 
16.09.2016 - 11:44

Samráðingar um Brexit byrja neyvan fyrr enn seinast í 2017.

Tað sigur fyrrverandi ES-forsetin, Herman Van Rompuy.

Í samrøðu við BBC nevnir hann bretsku avgerðina at verða, sum at taka ein likamslut av einum fólki.

Hann heldur tað ikki vera sanníkt at samráðingarnar byrja, fyrr enn ein nýggj týsk stjórn hevur tikið við, og val verður ikki til týska samveldistingið fyrr enn í september næsta ár, sigur Rumpuy. 

Hann var forseti í ES frá 2009 til 2014.

- Byrjast kann altíð við tekniskum samráðingum, men eg vænti ikki at nakrar samráðingar vera um stóru málini, fyrr enn ein nýggj týsk stjórn hevur tikið við.

Bretar gjørdu í summar á fólkaatkvøðu av at fara úr ES. 

Theresa May, forsætisráðharri, hevur boðað frá, at hon ikki fer at seta grein 50 í Lissabon-sáttmálanum í verk fyrr enn næsta ár. Tá tað er gjørt, skal málið avgreiðast í seinasta lagi um tvey ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531