Fýra menn verða stjórar á Glasi

Fýra menn verða stjórar á Glasi
Ongar kvinnur vóru millum umsøkjararnar, tá søkt var innanhýsis eftir trimum útbúgvingarstjórum og umsitingarstjóra til Glasir
Fýra menn eru nú settir í tey fýra stjórastørvini, sum verða á Glasi
 
22.09.2016 - 11:09

Teir fýra, sum eru settir í starv eru:

Steinbjørn Hardlei, skúlastjóri á Glasi í Marknagil, ið verður umsitingarstjóri

Herleif Hammer, rektari á Glasi í Hoydølum, ið verður útbúgvingarstjóri fyri gymnasialt miðnám

Magni á Lakjuni, undirvísingarleiðari á Glasi í Smiðjugerði, ið verður útbúgvingarstjóri fyri yrkisrættað nám

Finn Jensen, útbúgvingarleiðari fyri hægri útbúgvingar á Glasi í Marknagili, verður útbúgvingarstjóri fyri hægri- og víðari nám

Greinin heldur fram niðanfyri myndina

Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi, sigur í tíðindaskrivinum, at stjórarnir hava hollar royndir og víðan førleika.

- Saman kunnu vit skapa nýggjan skúla, sum bæði er framskygdur og tekur tað besta við frá teimum trimum skúlunum, sum við hesum fólkunum eru væl umboðaðir í nýggju leiðsluni, sigur rektarin á Glasi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493