Vil vita, hvussu verður við bygninginum

Vil vita, hvussu verður við bygninginum
Fólkatingsmaður hevur nú spurt danska løgmálaráðharran, hvussu verður við BankNordik-bygninginum, ætlanin var at brúka til politistøð
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur spurt danska løgmálaráðharran, Søren Pind, hvussu verður við gamla BankNordik-bygninginum í Húsagøtu í Havn, sum ætlanin var at keypa til politistøð
 
06.10.2016 - 08:33

Møguleiki er nú fyri einum svari upp á spurningin, hví danska Bygningsstyrelsen ikki enn hevur goldið fyri gamla bankabygningin í Húsagøtu í Havn, sum ætlanin er at keypa til politistøð.

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur spurt danska løgmálaráðharran, Søren Pind, um málið. Nú eru meira enn tvey ár síðani, at danskir myndugleikar spurdu Tórshavnar kommunu, um til bar at keypa BankNordik bygningin. 

Sambært Sjúrði Skaale er talan um gott tilboð. Kommunan tók av, hóast aðrar ætlanir vóru við bygninginum. 8. januar í ár gjørdu Bygningsstyrelsen og Tórshavnar kommuna treytaða keypsavtalu.

Nevnd má góðkenna keypið

Treytin er, at Fíggjarnevndin hjá Fólkatinginum góðkennir keypið. Fíggjarnevndin hevur tó onga áheitan fingið um tað enn. Hvørki í Danmark ella her í Føroyum ber til at fáa at vita, hví keypið dregur út.

Tórshavnar kommuna keypti bygningin frá BankNordik hálvan mai 2013 fyri 40 milliónir krónur. BankNordik fekk sínar pengar frá kommununi í januar í ár.

Sjúrður Skaale sigur, at hann fleiri ferðir óformliga hevur spurt løgmálaráðharran um málið. Men nú hevur Søren Pind fingið formligan fyrispurning í Fólkatinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329