Uppskotið skjótt í tingið

bannari
Uppskotið skjótt í tingið
Um einar fýra til fimm vikur verður uppskot um stjórnarskipan klárt at leggja fyri Løgtingið vónar løgmaður
 
14.10.2016 - 09:44

Løgmaður hevði fund við hinar floksformennirnar seinasta fríggjadag, og løgmaður fer aftur á fund við teir fríggjadagin í næstu viku.

Aksel Johannesen sigur, at hann væntar at hava fund við floksformennirnar fimm ferðir afturat. Hann vónar, uppskot er klárt at leggja fyri tingið um fýra-fimm vikur.

Á fundunum fara teir at ganga ígjøgnum kapittularnar í uppskotinum til stjórnarskipan, meðan sjálv innleiðslan, sum stór ósemja er um, verður viðgjørd seinni.

Fólkaatkvøða skal verða um føroyska stjórnarskipan í seinasta lagi í 2017 stendur í samgonguskjalinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329