Síðsta punktum sett í »tollmálinum«

Síðsta punktum sett í »tollmálinum«
Endaligt punktum er nú sett í drúgva tollmálinum. Fyrrverandi landsstýrismaðurin skal gjalda meira í sakarmálskostnaði
Endaligt punktum er nú sett í sonevnda tollmálinum. Jørgen Niclasen, fyrrverandi landsstýrismaður, skal til samans gjalda 386.000 krónur í sakarmálskostnað fyri tollmálið
 
14.10.2016 - 16:01

Jørgen Niclasen skal rinda 10.000 krónur afturat í sakarmálskostnaði fyri royndina at fáa Hægstarætt at broyta avgerðina hjá Landsrættinum, sum dømdi Jørgen Niclasen at rinda allan sakarkostnaðin fyri tollmálið.

Í Landsrættinum varð hann dømdur at rinda kringvarpsfólkunum til samans 250.600 krónur, Sveini Tróndarsyni 125.600 krónur, umframt egnan sakarmálskostnað.

Skal gjalda 386.000 í kostnaði

Hægstirættur vil hava hann at rinda kringvarpsfólkunum 5.000 krónur afturat og Sveini Tróndarsyni 5.000 krónur fyri royndina at sleppa í Hægstarætt við málinum.

Jørgen Niclasen skal í alt rinda 386.000 krónur í sakarmálskostnað fyri tollmálið. Formaðurin í Fólkaflokkinum slapp ikki í Hægstarætt við tollmálinum.

Landsrætturin frídømdi journalistarnar, sum í sínari viðgerð førdu fram, at Jørgen Niclasen hevði snýtt í tolli sum stjóri í fyritøkuni N. Niclasen í Sørvági.

Hægstirættur vísti umsókn frá sær

Landsrætturin kom til ta niðurstøðu, at journalistarnir í Kringvarpi Føroya og portal.fo høvdu ført sannleikaprógv fyri sínum ákærum um tollsnýt. Tey vórðu fríkend fyri ærumeiðing.

Jørgen Niclasen royndi at sleppa í Hægstarætt við málinum. Umsóknina grundaði hann á atlitið til privatlívið hjá politikarum.

Í umsóknini varð víst á, at í so lítlum samfelag, sum tí føroyska, er vandi fyri, at eingin fæst at stilla upp til val, um eingin heldur í teymunum á fjølmiðlunum.

Hægstirættur vísti umsóknini frá sær. Dómurin í Eystara Landsrætti stendur tískil við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. januar
Vikuskiftið 9 jan 2026
202461
Fríggjadag 9. januar
LEITISSTEIN 09.01.2026
202450
Fríggjadag 9. januar
RagnarRokk: Toumas Hirvonen um Icemelter
202428
Fríggjadag 9. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Tunghoyrt
202426
Fríggjadag 9. januar
Morgunlestur fríggjadagur 9.januar 2025
202091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459
Hósdag 8. januar
Margreta - teknmálstulkað
202400
Hósdag 8. januar
Veðrið
202397
Mikudag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202341