- Tíðindi, mentan og ítróttur
Linari krøv til strandfaraskipini
Linari reglur skulu galda fyri strandfaraskipini, tá ið tey beina spillivatn burtur. Heilsu- og innlendismálaráðið hevur sent uppskot um at broyta kunngerðina um kloakkspillivatn á skipum til hoyringar.
Umhvørviseftirlitið hjá Vørn er komið eftir, at fleiri strandfaraskip lúka ikki krøvini í kunngerðini um útbúnað til at viðgera kloakkspillivatn.
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur tí spurt Heilsu- og innlendismálaráðið, um tað ber til í lóggávuni at bera so í bandi, at strandfaraskipini ikki koma undir krøvini frá 2005
Umhvørvistovan: Tveir møguleikar
Spurt verður eisini um skipini ikki kunnu halda fram við at beina burtur óviðgjørt kloakkspillivatn á sjógvi, soleiðis sum tað fyrr hevur verið loyvt.
Umhvørvisstovan, sum hevur viðgjørt spurningin, sigur, at tað eru tveir møguleikar. Annar er at áleggja strandfaraskipunum at goyma spillivatnið umborð, og so tøma tað í eina góðkenda móttøkuskipan í landi.
Sagt verður, at henda loysnin kann verða trupul at fáa at virka skjótt, tí útbúnaðurin á skipunum er ikki so væl innrættaður til at goyma og tøma kloakkspillivatn.
Hin møguleikin er heimild í Marpol-sáttmálanum um at seta linari reglur í gildi fyri skip, sum ikki eru í altjóða sigling, og Heilsu- og innlendismálaráðið mælir tí til at brúka hesa loysnina.
Hoyringarfreistin er 28. november.