Ósemjan ikki loyst - tvørturímóti

bannari
Ósemjan ikki loyst - tvørturímóti
Kristin Michelsen, tingmaður hjá Javnaðarflokkinum, vil nú hava floksleiðsluna at siga sær, um hann enn umboðar flokkin í Løgtinginum
Ósemjan í Javnaðarflokkinum á Tvøroyri heldur fram, og nú er stríðið eisini komið til Javnaðarflokkin á tingi
 
08.11.2016 - 08:00

Ósemjan í Javnaðarflokkinum á Tvøroyri heldur fram, og nú er stríðið eisini komið til Javnaðarflokkin á tingi.

Kristin Michelsen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, og borgarstjóri á Tvøroyri, vil nú hava leiðsluna í Javnaðarflokkinum at vátta, at flokkurin framvegis vil hava hann, sum umboð Javnaðarflokksins í Løgtinginum.

SÍ EISINI - Spell við innanhýsis stríði

Kristin Michelsen hevur sent skriv til Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum, og biður um váttan fyri, at flokkurin framvegis ynskir hann sum umboð Javnaðarflokksins á Føroya Løgtingi.

Kristin Michelsen hevur eisini sent bræv til nevndina í lokalfelagnum á Tvøroyri. Brævið hevur hann sent til Signar Dam, formann í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag.

Í brævinum biður hann eisini um at fáa váttan fyri, at felagið framvegis stuðlar honum sum umboð felagsins á Føroya Løgtingi, ella um skal skilja støðuna soleiðis, at hann ikki longur er ynsktur sum umboð teirra á Føroya Løgtingi.

SÍ EISINI Rok undan vali á Tvøroyri

Signar Dam, formaður í lokalfelagnum á Tvøroyri, sigur við in.fo, at nevndin fer at svara Kristini Michelsen eftir kommunuvalið.

Vátt kom í reiðrið millum Kristin Michelsen og Javnaðarflokkin á Tvøroyri í samband við uppstillingina til kommunuvalið, og Kristin Michelsen stillar tí upp á egnum lista til valið.

Ósemjan hevur eisini elvt til, at Marit Poulsdóttir, sum hevur sitið í býráðnum á Tvøroyri fyri Javnaðarflokkin ein part av seinastu setu, nú hevur tikið seg úr nevndini í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag, og sum lim í Føroya Javnaðarflokki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. januar
Ein samandráttur um farna kappingarár
202172
Fríggjadag 2. januar
RagnarRokk: CK Smile um Life 4 Sale
201742
Fríggjadag 2. januar
Morgunlestur fríggjadagur 2. januar 2026
202085
Hósdag 1. januar
Vit fara upp á gólv nýggjársdag 2026
202149
Hósdag 1. januar
Nýggjársgesturin 2026: Niels Juel Arge
201912
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132