Krevur ikki longur borgarstjórasessin

bannari
Krevur ikki longur borgarstjórasessin
Anita Vibergsdóttir, ið kom í eina lyklastøðu tá atkvøðurnar á Tvøroyri vórðu taldar upp valkvøldið, verður ikki borgarstjóri hóast alt
Anita Vibergsdóttir, ið valkvøldið segði seg fara at krevja borgarstjórasessin á Tvøroyri, krevur ikki longur sessin, sigur hon við útvarpið
 
09.11.2016 - 09:55

Tað gekk væl hjá Anitu Vibergsdóttir á Borgaralistanum á Tvøroyri á kommunuvalinum. So væl, at hon í gjárkvøldið kravdi borgarstjórasessin.

Kravið stendur kortini ikki við, nú bara 12 tímar eftir at valúrslitið á Tvøroyri var klárt. Í morgun krevur hon ikki longur borgarstjórasessin.

SÍ EISINI Video: Anita krevur borgarstjórasessin á Tvøroyri

Anita Vibergsdóttir var annars heilt avgjørd, tá sjónvarpið í gjárkvøldið spurdi hana: "Fert tú at krevja at blíva borgarstjóri?"

- Ja, tað haldi eg, eg fari at gera, segði hon við sjónvarpið eftir at valúrslitið var greitt.

Sigur góðu gongdina vera orsøkina

- Ja, eg segði, at eg fór eftir borgarstjórasessinum. Men tað hendir so nógv í politikki og forhandlingum, segði hon við útvarpstíðindini klokkan 10 í morgun.

- Hetta er ikki bara ein spurningur um at verða borgarstjóri. Hetta er eisini ein spurningur um gongdina á Tvøroyri seinastu árini, sigur Anita Vibergsdóttir nú.

Hoyr alla samrøðuna, Beinta Løwe hevði við Anitu Vibergsdóttir í útvarpstíðindunum klokkan 10, á slóðini her Útvarpstíðindi.10:00 09.11.2016

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
Jambalaja - 040426
206613
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Leygardag 4. apríl
Morgunlestur leygardagur 4.apríl 2026
205933
Fríggjadag 3. apríl
Hendingar á Løgtingi og Fólkatingi (2:2)
206594
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563