Jógvan í Skorini heldur fram sum borgarstjóri

Jógvan í Skorini heldur fram sum borgarstjóri
Allir kommunustýrislimirnir á Eiði hava skrivað undir semjuna um politiska samstarvið næsta valskeið
 
10.11.2016 - 10:41

Nývalda bygdarráðið í Eiðis kommunu skrivaði í gjárkvøldið eina breiða semju. 

Allir bygdaráðslimirnir eru partur av avtaluni.

Borgarstjórin, Jógvan í Skorini heldur fram sum borgarstjóri, og Hans Jákup D. Johansen heldur fram sum varaborgarstjóri. 

Allar nevndir eru eisini mannaðar, og føstu nevndirnar eru mannaðar soleiðis:

Í fíggjarnevndini eru: Jógvan í Skorini, Hans Jákup D. Johansen og Konrad Joensen. 

Í teknisku nevnd eru: Olaf Fríðheim, formaður, Jens Pauli G. Nolsøe og Grímur Hammer.

Í trivnaðarnevndini eru: Ingun Mørkøre ,forkvinna, Hans Jákup D. Johansen og Konrad Joensen.

Í heilsu- og almannanevndini eru: Ingun Mørkøre, forkvinna, Hans Jákup D. Johansen og Konrad Joensen.

Í vinnu- og havnarnevndini eru: Grímur Hammer formaður, Olaf Fríðheim og Jens Pauli G. Nolsøe. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. november
Vágskálin: Frá Jóannesi bónda til Frú S
216535
Mikudag 18. november
Skratsj 18. nov. 2026
216628
Mikudag 18. november
Mono 3 - Fróði Løksagarð - 181126
216627
Mikudag 18. november
Mannakor og korona 1:4
216604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470