- Kynsbýtið er eingin trupulleiki, men ungdómurin verður yvirsæddur

- Kynsbýtið er eingin trupulleiki, men ungdómurin verður yvirsæddur
Uttan fyri Havnina vóru eisini nógv røsk ung fólk, sum stillaðu upp fyri ymsar flokkar. Vit hava tosað við trý av teimum: Beinir Johannesen, Terju Ósá og Sonju Sólheyg Michaelsen. Tey hava sítt at siga um ungdómin og kynsbýtið í teirra kommunum
12.11.2016 - 19:45

Sólveig á Torvlaðnum hevur skrivað

 

Beinir Johannesen stillaði upp fyri Fólkaflokkin í Klaksvíkar kommunu og slapp inn við heili 170 persónligum atkvøðum. Hann er 19 ára gamal, og tað er fyrstu ferð, hann stillar upp, og hann sigur seg fáa nógvar jaligar viðmerkingar fyri hetta. Tey eldru í Klaksvíkar kommunu eru glað fyri, at ung fólk eru áhugað í politikki, og at tey tora at taka ábyrgd. Sjálvt um ungdómurin ikki er serliga væl umboðaður í Klaksvíkini, og hetta er Terja Ósá samd í. Terja Ósá stillaði eisini upp í Klaksvíkar kommunu fyri javnaðarflokkin. Hon er 24 ár og fekk ein varðasess við 59 persónligum atkvøðum. Terja Ósá sigur, at ungdómurin í Klaksvíkar kommunu er sera ónøgdur við, at tey, ið eru 16-18 ára gomul, ikki hava nakað at gera. Tey hava ungdómshús og onkuntíð diskotek, men tað er ikki serliga áhugavert til akkurát hendan aldursbólkin. Heldur meta tey, at hesi átøkini eru ætlað tey, ið eru 12 til 13 ára gomul. Tískil meta tey, at ein partur av ungdóminum verður yvirsæddur

Tey bæði, Terja og Beinir, halda tað vera eitt gott hugskot at hava eitt ungdómsráð í Klaksvíkini, men tey vita ikki, hvussu høgt tað skal raðfestast. Beinir fortelur eisini, at tey einaferð høvdu eitt ungdómsráð, men tað kom ikki longur enn tann eina fundin. Sjálvt um Beinir sjálvur situr í Klaksvíkar kommunu, so heldur hann, at tað enn ikki er nokk, og at eitt ungdómsráð skal eisini til fyri at fáa eitt ordiligt umboð fyri ungdómin í Klaksvík.

Sonja Sólheyg Michaelsen, sum bleiv varðaborgarstjóri í Kunoyar kommunu við 13 atkvøðum, sigur, at tað hevði verið gott at havt eitt ungdómsráð í Kunoyar kommunu, men hon heldur, at tey ikki fara at megna at manna eitt ungdómsráð. Sjálvt um ein út av teimum fimm, sum sita í Kunoyarkommunu, er ungur, so heldur hon enn ikki, at ung eru nóg væl umboðaði í kommununi.

 

 

Kvinnur rópa harðast

 

Báðar Sonja og Terja eru sera ósamdar í, at kjakmentanin og at ungar kvinnur verða sæddar sum grenj er atvoldið til, at so fáar ungar kvinnur stilla upp. Terja sigur, at um kvinnur tíma, so tíma tær. Eingin steðgar teimum í, at stilla upp. Hon sigur eisini, at hon ikki hevur fingið nakrar viðmerkingar til, at hon er ein kvinna, men heldur at hon er ung. Hon endar við at siga, at hon skilir ikki, at kjakmentanin skuldi verið ein forðing fyri kvinnum. Kvinnur rópa harðast, og tað eru ikki tær, ið verða settar uppá pláss, heldur umvent.

Sonja er samd í hesum og sigur, at hon ongantíð hevur hoyrt nakað um at kvinnur eru grenj.

Ungdómspolitiskt eru tað fleiri kvinnur, ið eru áhugaðar. Tær brenna meira fyri teimum bleytu virðunum, har ið menn dáma betur tey hørðu virðini, sum ikki fangar ungdómin nakað serligt. Hetta sigur Beinir, men heldur seg ikki duga at svara upp á, hví tær ikki stilla upp. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.