Her tekur smádrongur øll kirkjufólkini á bóli

Her tekur smádrongur øll kirkjufólkini á bóli
Fólk, sum vóru komin saman til gudstænastu í Vesturkirkjuni í gjár, fingu eina heilt serliga uppliving - frá einum 10 ára gomlum dreingi
Hesin 10 ára gamli drongurin rúnabant fólk, sum vóru til gudstænastu í Vesturkirkjuni í gjár, tá hann settist við orglið og spældi Bach
Mynd: Skíggjamynd/Facebook  
 
28.11.2016 - 15:35

Einki minni enn fantastiskt!

Orðini tróta ikki eftir gudstænastuna í Vesturkirkjuni sunnudagin. Til samans hava meira enn 20.000 fólk sæð eina upptøku á Facebook.

Sí upptøkuna niðanfyri

Kirkjufólkini í Vesturkirkjuni í Havn fingu í gjár eina heilt serliga uppliving, tey sjálvdan fáa, og sum tey helst eisini seint fara at gloyma.

Organisturin, Leif Hansen, læt sessin til ein bara 10 ára gamlan drong, ið takkaði fyri álitið og spældi ein part av verkinum, Toccata, hjá J.S. Bach.

Video: 10 ára gamal spælir Bach í Vesturkirkjuni

Helge M. Greve, sum drongurin í upptøkuni oman fyri eitur, hevur tað kortini ikki frá fremmandum, at spæla upp á kirkjuorgul.

Hann er fjórða ættarlið í familjuni, sum spælir orgul. Abbi dreingin hevur spælt orgul í 50 ár, og pápin, Leif Hansen, er virkin í tónleiki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Gudstænasta úr Vestmanna kirkju
205299
Leygardag 7. mars
Føroyar - Grikkaland, fyrri dystur
205297