Løgtingsgrannskoðararnir finnast at Landsverki

Løgtingsgrannskoðararnir finnast at Landsverki
Millum annað hevur stjórin á Landsverki játtað sær sjálvum 417.000 krónur til útbúgving hjá stjóranum sjálvum
Løgtingsgrannskoðararnir átala harðliga viðurskifti á Landsverki, og mæla landsstýrinum til at viðgera tey
 
02.12.2016 - 08:04

Løgtingsgrannskoðararnir átala harðliga viðurskifti á Landsverki, og mæla landsstýrinum til at viðgera tey.

Millum annað hevur stjórin á Landsverki játtað sær sjálvum 417.000 kr. til útbúgving hjá stjóranum sjálvum, sum grannskoðararnir siga.

SÍ EISINI Reglurnar fyri tað almenna herðast

Løgtingsgrannskoðararnir halda, at avgerðin um at játta pengar til útbúgving hjá stjóranum skuldi verði tikin í samráði við aðalráðið, tí stjórin er í serligari støðu. 

Løgtingsgrannskoðararnir endurtaka, at tað er skeivt, at tey, sum umsita almennar pengar, kunnu játta sær sjálvum pengar. 

Nógvar atfinningar

Hetta er bara ein av nógvum atfinningum, nú løgtingsgrannskoðararnir hava biðið Løgtingið góðkenna landsroknskapin fyri 2015.

Tað er við nógvum viðmerkingum, átalum og áheitanum um at fáa viðurskifti í rættlag, sum landsgrannskoðanin, privatir grannskoðarar og løgtingsgrannskoðararnir vísa á.

Løgtingsgrannskoðararnir siga eisini, at Landsverk stendur fyri øllum byggingum hjá landinum, skrivar rokningar til byggikontur, og váttar og rindar sjálvt til sín sjálvs. 

Veitsla bókað sum inntøka

Løgtingsgrannskoðararnir vísa á, at ein vandi kann vera í, at stovnar, sum umsita stórar játtanir, leggja fyrisitingarútreiðslur á hesar játtanir. 

Tað kann vera við til at fjala hækkandi fyrisitingarútreiðslur, og veruligi fyrisitingarkostnaðurin verður tá fjaldur fyri Løgtinginum.

Til dømis er starvsfólkaveitsla bókað sum inntøkufíggjað virksemi hjá Landsverki.

Svaraðu ikki Landsgrannskoðanini

Løgtingsgrannskoðararnir nevna eisini, at Landsverk hevur rindað 400.000 krónur fyri ventilatión í bygningi, sum stovnurin leigar.

Sambært landsstýrismanninum, ið varðar av Landsverki, er tað gjørt fyri at leigan ikki skal fara upp. 

Løgtingsgrannskoðararnir eru eisini misnøgdir við, at hvørki landsstýrismaðurin ella Landsverk hirða at svara Landsgrannskoðanini, ið spurdi um eina rokning upp á 65.000 krónur fyri a-conto-honorar.

Fyrsta viðgerð í dag

Fyrsta viðgerð av landsroknskapinum fyri 2015 verður á tingfundinum í dag, sum byrjar klokkan 10:00.

Annars hava løgtingsgrannskoðararnir mist tolið við landsstýrinum. Tey hava biðið Løgtingið heita á landsstýrið um at koma í Løgtingið við einari ítøkiligari ætlan um, hvussu viðurskifti, sum ár eftir ár eru umrødd í grannskoðanar-frágreiðingum, verða rættað.

Frágreiðingin hjá landsstýrinum skal siga, nær og hvussu viðurskiftini eru komin í rættlag, siga løgtingsgrannskoðararnir. Dømi eru um 15 ára gamlar reglur, sum tað almenna ikki virðir. Tað uppskotið er í Fíggjarnevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363