Føroyski limaskapurin aftur fyri løgtingið

Føroyski limaskapurin aftur fyri løgtingið
Hóast Norðurlandaráðið hevur givið Føroyum krakk, eiga vit at bjóða okkum fram sum formansland, heldur Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna
 
04.12.2016 - 10:44

Málið um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum endar nú aftur í løgtinginum.

Annita á Fríðriksmørk, samgongutingkvinna í Tjóðveldi, hevur boðað frá einum skrivligum fyrispurningi til Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkismálum.

Hon spyr, hvørja viðmerking landsstýrismaðurin hevur til niðurstøðuna hjá formansskapinum í Norðurlandaráðnum um ikki at geva Føroyum fullan limaskap í norðurlendska samstarvinum, og hvat hann ætlar at gera við svarið. 

Annita á Fríðriksmørk spyr eisini, um tað er uttanríkispolitiska heimildarlógin, sum er ein av høvuðsorøkunum til politisku støðuna, vit enn einaferð eru endað í.

Føroyar sum formansland

Hóast vit vit hava fingið krakk frá formansskapinum í Norðurlandaráðnum, heldur Annita á Fríðriksmørk, at vit eiga at bjóða okkum fram sum formansland í Norðurlandaráðnum.

Vit kundu - kanska saman við Grønlandi og Álandi - átt formannin í ráðnum og teimum nevndum, sum eru viðkomandi fyri Føroyar. Tá kundu vit verið vertur fyri Norðurlandráðsfundinum sætta hvørt ár.

Tað hevði givið okkum ein pall í altjóða rúminum, har vit kunnu standa á odda og og varpa serligt ljós á øki, sum eru viðkomandi fyri Føroyar, sigur Annita á Fríðriksmørk í viðmerkingunum til fyrispurningin.

Løgtingið fer týsdagin at taka støðu til, um fyrispurningurin skal svarast. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870