Ikki ókeypis fyribils

09.12.2016 - 12:21
InnlendisSamfelag
Ikki ókeypis fyribils
Tað er ein politisk avgerð, at bilar framvegis skulu rinda fyri at koyra ígjøgnum Vágatunnilin, og tað verður gjørt til onnur boð koma

Tað sigur Uni Danielsen, stjóri í Vágatunlinum.

Í morgin eru 14 ár síðani Vágatunnilin lat upp, og hóast tað er langt síðani, at lánið varð afturgoldið, so verður framvegis goldið fyri at koyra ígjøgnum tunnilin.

Á aðalfundinum í apríl, gav eigarin, landsstýrið boð um, at gjaldið skal halda fram, sigur Uni Danielsen:

Jørgin Niclasen, løgtingsmaður hevur sett Akseli V. Johannesen ein grein 52a fyrispurning nú Vágatunnilin er 14 ár. Hann vil hava at vita, um tunnilin nú skal latast landinum, og um ókeypis verður at koyra í tunlinum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV