Støðin í Kangilinnguit skal aftur í brúk

Støðin í Kangilinnguit skal aftur í brúk
Danska stjórnin hevur gjørt við Radikala Vinstraflokkin og Sosialdemokratarnar um framtíðar uppgávurnar hjá verjumálaráðnum í Arktis
 
11.12.2016 - 10:08

Arktisk Kommando, sum er samanleggingin av Færøernes Kommando og Grønlands Kommando hjá donsku verjuni, sum hevur høvuðsstøð í Nuuk, skal eisini hava støð í Kangilinnguit, Grønnedal, í Grønlandi.

Við nýggju avtaluni skal danska verjan brúka 120 miljónir krónur um árið til at verja økið hjá danska kongaríkinum í Arktis, - millum annað við at seta upp fylgisveinar, dronur, nýggja tilbúgving og fleiri starvsfólk í Arktisk Kommando í Nuuk.

Fyrrverandi flotastøðin í Kangilinnguit, Grønnedal, sum varð latin aftur í 2012, skal riggast til aftur. Hon skal brúkast sum logistiskt stuðulspunkt eitt nú til at goyma brennievni og útbúnað í sambandi við møguliga dálingarvanlukkur á havinum, stendur í avtaluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472