Eingir fyrr og nú-prísir á fýrverki

Eingir fyrr og nú-prísir á fýrverki
Tey, sum selja fýrverk, kunnu ikki lokka keyparar við fyrr og nú prísum, tí slíkt er villleiðandi marknaðarføring, sigur Brúkaraumboðið
 
14.12.2016 - 11:32

Orsøkin er, at í Føroyum er bara loyvt at selja fýrverk frá 27. til 31.desember. Lógin um marknaðarføring sigur, at fyri at kunna lýsa við fyrr og nú prísum, skal vøran vera seld í fýra samanhangandi vikur. 

Hinvegin ber til at geva avsláttur. Til dømis ber at lýsa, at 200 kr. verða spardar, um trý battarí, sum hvørt kostar 400 kr., kosta 1.000 kr. tilsamans.

Sambært Brúkaraumboðnum eru hópavsláttur og pakkatilboð loyvd. Fortreytin er kortini, at seljarar samstundis hava eina veruliga sølu av vøruni hvørjari sær.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493