Miðlarnir viðgera miðlastuðulin

Miðlarnir viðgera miðlastuðulin
Miðlastuðulin eigur at verða latin í ár eisini, tí pengar eru til hansara í fíggjarlógini fyri 2016
 
19.12.2016 - 09:36

Tað siga Dimmalætting og Miðlahúsið í sínum hoyringarsvarum um uppskotið hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um miðlastuðul.

Vágaportalurin heldur ikki, at uppskotið ger støðuna hjá privatu føroysku miðlunum betri. Einki krav er um, at stuðulin skal brúkast til at bøta um innhaldið í miðlunum. Tað er heldur ikki rætt, heldur Vágaportalurin, at miðilin, sum er dýrastur at reka, fær størsta stuðulin. Vágaportalurin heldur eisini, at stuðulin eigur at vera latin til journalistisk arbeiðspláss og ikki til vanligan rakstur so sum til hita og el. Tað sama sigur R7 í sínum hoyringarsvari.

Les eisini: Vilja styrkja privatu miðlarnar

Vágaportalurin nevnir møguleikan, at stuðul verður latin til hálva løn hjá nýsettum journalisti á veikari redaksjón. Kravið um minst trý ársverk á redaksjónini fyri at fáa stuðul eigur at vera linari, heldur Vágaportalurin. Hann vil eisini hava nágreinað kravið um eginframleiðslu. R7 vísir á nógv ógreið viðurskifti í lógaruppskotinum. R7 vil hava at vita, hvat orðingini "sami ella somu eigarar ganga aftur í fleiri miðlum" merkir í veruleikanum. R7 heldur eisini, at kravið um trý ársverk er ov hart. Og R7 vil hava lógaruppskotið greiðari, har sum tað viðger tilfarið í miðlunum.

Mentamálaráðið hevur tikið hoyringarsvarini til eftirtektar í onkrum førum og broytt lógaruppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204