Hesin drykkur er millum bestu í heiminum

22.12.2016 - 12:22
Innlendis
Hesin drykkur er millum bestu í heiminum
Christina Eriksen, sum vann triðja pláss í altjóða kapping fyri barrvørðar, er í studio og ger forkunnugan rabarbudrykk við grannvodka til vertin

Eitt sindur av rabarbusaftinum hjá mammu, eitt sindur av grannvodka frá Leif Sørensen, nakað av whiskey og ein rúgva av hegni og royndum. Tað var tað, sum tryggjaði føroysku Christinu Eriksen triðjapláss í altjóða kappingini fyri barrvørðar, Milano Marittima International Bartender Contest 2016.

Christina Eriksen starvast í vikuskiftunum sum barrvørður í náttklubbanum, Bassalt, í Havn.


Klokkan 07.30 í morgun sat Christina Eriksen klár uttanfyri útvarpsstovuna hjá Góðan Morgun Føroyar, og klokkan var ikki blivin átta, tá verturin slapp at smakka ein sopa av tí forkunnuga drykkinum.
Lurta eftir ljóðbrotinum omanfyri og fá íblástur til at gera ein ørðvísi jóladrykk.

Uppskriftina finnur tú her:


Nordic Pine


6 cl whiskey
2 cl rabarbusaft (óblandað)
4 cl lambrusco
2 cl grannsiropp
1 cl grannvodka
Ìsterningar


Pynt: lime og grann

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV