Rokfiskiskapur á Flemish Cap

Rokfiskiskapur á Flemish Cap
Seks føroysk línuskip eru á Flemish Cap. Øll uttan Váðasteinur frysta fiskin
Klakkur er eitt av línuskipunum, sum roynir á Flemish Cap
 
12.01.2017 - 15:26

Línuskipini hava aftur í ár rokfiskiskap á Flemish Cap.

Til dømis fiskaði Váðasteinur 84.000 pund fyrsta dagin, og í dag hevur hann boðað frá 60.000 pundum. Hann hevur tí fingið 144.000 pund, 72 tons, í tveir dagar. Tað er rættiliga góður fiskiskapur. 

Klakkur fekk 120.000 pund í tveir dagar. 

Skipini boðaðu frá 54.000 til 60.000 pundum í dag. Tað er fiskiskapurin seinasta samdøgrið, upplýsir Vørn. Alt er toskur.

Seks skip

Seks føroysk línuskip eru á Flemish Cap. 

Tey eru Klakkur, Kambur, Stapin, Ågot, Eivind og Váðasteinur. 

Øll skipini hava frystarí uttan Váðasteinur, sum ísar fiskin.

Kvotan á Flemish Cap í ár er 3.114 tons av toski. Talan er um felagskvotu, so skipini fiska til uppi er. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804