Hússj: Eitt one night stand úr helviti

Hússj: Eitt one night stand úr helviti
- Hann byrjaði at tosa um, hvussu væl honum dámdi Donald Trump. Tá orkaði eg ikki meira, eg tók míni ting og skundaði mær heim
13.01.2017 - 14:45

Eg var av tilvild endað í einum balli við einari gentu og trimum dreingjum í einari ólekkrari kjallaraíbúð ein mikudag. Vit sótu og drukku og lurtaðu eftir vánaligum tekno tónleiki frá einum sjónvarpsskermi í klømmum leðursofum, sum vóru við at detta sundur. Long story short, eg bleiv knappliga ordiliga full. Eg var desperat eftir einum dreingi, tí ein annar drongur hevði droppað meg sama kvøldið. Eg byrjaði tí at fríggja við einum av dreingjunum. Hann hevði tær turrastu varrarnar, sum eg nakrantíð hevði mussað fyrr, og hann sá heldur ikki serliga gott út. Hann var faktiskt ikki serliga tiltrekkjandi yvirhøvur.
 

Ballið dróg út, og tað bleiv seint út á morgunin. Vit vóru langt síðan liðug at drekka, og vit vóru øll edrú. Eg og drongurin, sum eg hevði fríggjað við fyrr á kvøldinum, fóru inn í eitt kamar og søgdu við hini, at vit fóru í song. Hini sótu eftir í stovuni og lurtaðu eftir tí vánaliga tekno tónleikinum, sum hevði spælt alla náttina.
 

Kamarið var fult av óruddi, har vóru ongar gardinur og heldur einki lak á songini. Vit byrjaðu at fríggja, og eg suttaði murtin hjá honum. Eg plagi ikki at gera sovorðið, men støðan var so klømm, at eg helt ikki, at tað fór at gera tað nógv verri. Eftir eina løtu kom hann í tankar um, at hann ongar hítir hevði, so hann mátti lata seg í og fara at keypa ein pakka. Eg lá og bíðaði og hugsaði, hvat helviti geri eg? Vinmaðurin hjá honum er nógv lekkrari.
 

Hann kom so aftur, og vit byrjaðu at fríggja aftur. Hann var akkurát í gongd við at koyra sín ovurstóra murt inn í meg, og so steðgaði hann. Eg spurdi hann, hví hann steðgaði, so segði hann “eg kom”. Eg lá bara eina løtu og hugsaði um, hvat eg skuldi gera við meg sjálva. So segði hann “eg havi ikki fingið lítið í langa tíð”. Eg reisti meg upp og stakk høvdið út gjøgnum hurðina og segði, “øh, vilja tit vera við?”. Tey bæði, sum sótu eftir í stovuni, takkaðu bæði nei, so eg legði meg bara aftur hjá honum. Hann tók um meg, tí hann vildi liggja og klemmast. Vit lógu so har í eina løtu, eg tímdi ikki serliga væl at liggja har saman við honum, men eg orkaði heldur ikki at reisa meg upp og fara. Aftan á eina løtu byrjaði hann at tosa um, hvussu væl honum dámdi Donald Trump. Tá orkaði eg ikki meira, eg tók míni ting og skundaði mær heim. 

 

Søgan er send til Røddina, og avsendarin er dulnevndur. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.