Kristina Bærendsen í Eurovision í Íslandi

21.01.2017 - 16:58
Innlendis
Kristina Bærendsen í Eurovision í Íslandi
Eivør hevur roynt tað, Jógvan Hansen somuleiðis, og nú fer Kristina Bærendsen at syngja í íslendsku Eurovision kappingini

Sangurin, sum Kristina Bærendsen fer at syngja, eitur Tú og eg.

Mark Brink hevur skrivað, og Kristina syngur duett saman við Páll Rósinkrans.

Fleiri enn 200 sangir vórðu sendir inn til kappingina, og 12 komu gjøgnum nálareygað.

Undanumførini verða í Háskúlabio 25. februar og 4. mars.

Finalan verður hildin í Laugardagshøllini 11. mars.

Sangurin, sum vinnur kappingina í Íslandi, skal royna seg móti vinnarasangunum úr hinum londunum.

Eurovision verður í Kiev í Ukraina í mai mánað.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444