Vil hava nýtt tilmæli

Vil hava nýtt tilmæli
Umsitingin í Fíggjarmálaráðnum vil hava Kommunufelagið at koma við nýggjum tilmælið um lim í nevndina fyri Landsbankan
 
22.01.2017 - 17:28

Umsitingin í Fíggjarmálaráðnum heldur ikki, at tilmælið frá frá Føroya Kommunufelag um val av nevndarlimi í nevndina fyri Landsbankan, lýkur krøvini í lógini um Landsbankan, og vil hava kommufelagið at gera nýtt tilmælið. Tí manglar ein nevndarlimur í, fyri at nevndin kann skipa seg, og sostatt er nevndin ikki skipað enn.

Sambært lógini, um Landsbanka Føroya, so skulu sjey limir og sjey varalimir veljast í nevndina fyri Landsbankan. 

Landsstýriskvinnan velur tveir limir, og síðani skulu Fróðskaparsetrið, Arbeiðsgevarafelagið, fakfeløgini og Kommufelagið gera hvør sítt tilmælið um ein nevndarlim, sum landsstýriskvinnan so velur í nevndini fyri Landsbankan.

Sambært lógini, skulu limirnir í nevndini hava fakligar førleikar, sum búskaparfrøði, fígging og kredittmeting, og serligt innlit í føroyska fíggjargeiran ella búskapin í Føroyum. 

Kommunufelagið hevur mælt til, at Henrik Weihe Joensen, kommunstjóri á Tvøroyri, sum er útbúgvin juristur, verður valdur í nevndina, og Tummas T. Eliasen, kommunustjóri í Klaksvík, verður varalimur.

Men umsitingin í Fíggjarmálaráðnum vil hava Kommunufelagið at endurskoða teirra tilmælið um nevndarlim, tí umsitingini ikki metir, at krøvini í lógini verða hildin. Tað váttar Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum.

Ætlanin var, at nevndin fyri Landsbankan skuldi hava fund hósdagin, men fundurin var av ongum, tí nevndin ikki fekk skipað seg.

Landsbankin fór at virka aftur fyrsta januar. Ætlanin er, at nýggja nevndin skal lýsa eftir og seta stjóran fyri Landsbankan, men tað fær nevndin ikki gjørt, so longi hon ikki er skipað.

Fíggjarmálaráðið og Kommufelagið fara á fund týsdagin, har tey millum annað fara at viðgera málið við nevndini í landsbankanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602