Leggja Novo undir at hava snýtt íleggjarar

Leggja Novo undir at hava snýtt íleggjarar
Virðið á partabrævinum í donsku heilivágsfyritøkuni er fallið 40 prosent
 
24.01.2017 - 09:21

Amerikanskir íleggjarar kenna seg snýttar av donsku heilivágsfyritøkuni Novo Nordisk, og draga nú fyritøkuna í rættin.

Sambært stevningini vilja íleggjararnir vera við, at fyritøkan hevur ikki upplýst íleggjarar um stóru trupulleikarnar, hon hevði at dragast við, serliga á amerikanska marknaðinum síðstu tvey árini. 

Tað var ikki fyrr enn í fjørsummar, at íleggjarar komu eftir, at Novo Nordisk ikki longur er tað gulleggið, fyritøkan hevur verið.

Marknaðarvirðið minkað 315 mia. kr.

Síðani er virðið á partabrævinum fallið 40 prosent, og marknaðarvirðið á Novo Nordisk er minkað 315 milliardir krónur.

Íleggjarar vilja vera við, at kunningin um støðuna hjá Novo Nordisk hevur ikki verið nøktandi í 12 til 18 mánaðir.

Til august í fjør helt fyritøkan fast um sínar góðu vónir fyri 2016. Tá Novo Nordisk síðst í august fór at draga í land, reyk botnurin undan partabrævinum, ið beinan vegin fall 20 prosent, og síðani er fallið 20 prosent afturat.

Insulin undir trýsti

Novo Nordisk hevur seinni vart seg við, at prísurin á insulini á amerikanska marknaðinum hevur verið undir sera stórum trýsti, og tað er orsøkin til vánaligu gongdina hjá fyritøkuni.

Í síðstu viku stevndi ein amerikanskur eftirlønargrunnur, sum eisini eigur partabrøv í Novo Nordisk, donsku fyritøkuna. Nú koma so privatir, amerikanskir íleggjarar við eini stevning afturat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558