Ósemja hækkar sildakvotu 150.000 tons

Ósemja hækkar sildakvotu 150.000 tons
Fiska øll londini sínar kvotur, verða 800.000 tons av norðhavssild fiskað í ár
 
25.01.2017 - 14:36

Ósemjan millum strandarlondini um, hvussu tey skulu býta sildakvotuna, ger, at kvoturnar, sum londini hava ásett sær, eru 150.000 tons størri enn heildarkvotan, sum londini annars eru samd um.

FiskaribladetFiskaren tekur samanum, nu eisini Føroyar hava ásett sína sildakvotu fyri 2017. 

Fiska øll londini sínar kvotur, verða 800.000 tons av norðhavssild fiskað í ár, 150.000 tons meira enn heildarkvotan er.

Fiskifrøðingar ávara

Hetta hendir samstundis sum fiskifrøðingar siga, at stovnurin er á markinum til, hvat hann tolir. Gýtingarstovnurin er fimm milliónir krónur.

Londini eru heldur ikki samd um svartkjaft.

Sambært seinastu semjunum millum strandarlondini um býtið eiga Føroyar 5,1 prosent av norðhavssildini og 26 prosent av svartkjaftinum.

Men nú samráðingar um nýggjan býtislykil vera í heyst, hava Føroyar tikið sær 20 prosent av sildini og 35 prosent av svartkjaftinum í 2017. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595