- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hússj: Græð til Tame Impala konsert
Eg stoytti síðstu droparnar av pappvíninum í meg, reisti meg upp og rann eftir mínum vinkonum. Vit vóru allar ávegis til Tame Impala konsertina. Pappvínið rakti meg, hart! Knappliga stóðu vit kroystar fremst. Har var akkurát einki skil á mær. Eg hugdi til síðuna, har stóð ein sjúkliga lekkur genta, eg stardi at henni, til vit fingu eygnakontakt. Alt ov fulla eg fór við fullari ferð ígjøgnum mongdina og yvir til gentuna. Tá eg var komin fram, klemmaði hon meg. Vit stóðu soleiðis í eina løtu. Klemmið bleiv skjótt til meira. Har var heilt farið, og eg visti ikki ordiliga, hvat hendi. Vit fríggjaðu, hendurnar hjá henni fóru niður í buksurnar hjá mær, og hon gav mær fingur. Eg hugsaði yvirhøvur ikki um, at nakar sá tað, sjálvt um vit stóðu kroystar ímillum mongdina av fólki.
Konsertin var við at enda, og hon tók hendurnar upp úr buksunum hjá mær. Ætlanin var at ganga yvir til hennara telt, men hesin túrurin vísti seg at taka langa tíð. Gentan var kaggandi, og hon hevði gloymt, hvar hennara telt lá. Endiliga funnu vit eitt telt, sum eg sjálvandi helt var hennara, men nei, tað var tað ikki, tí har lógu nøkur onnur fólk, sum eingin av okkum kendi. Vit gingu víðari. So endiliga komu vit fram. Hennara telt lá undir betri umstøðum, enn eg hevði væntað. Hon hevði í hvussu er luftmadrassu í sínum telti, og eg hevði ikki brúk fyri nógv meira enn tað akkurát í tí løtuni. Vit fóru inn í teltið, sólin skein, og tað var blivið morgun.
Vit báðar moggaðu inni í teltinum allan morgunin. Vit stønnaðu báðar alt for hart, og hennara vinfólk sótu uttanfyri og flentu. Vit máttu so steðga, tí hennara vinkona, sum hon svav í telt saman við, kom og vildi sova. So máttu vit í gongd við at lata okkum í, eg havi ongantíð hildið tað vera so ringt at finna trussir í einum telti til hendan morgunin. Tað tók okkum í hvussu so er 20 minuttir at finna tær, ímeðan hennara gronutta vinkona stóð uttanfyri og bíðaði. Tá eg hevði latið meg í, fór eg einsamøll úr teltinum. Hennara vinfólk sótu enn uttan fyri teltið, eg hoyrdi ikki hvat tey søgdu, men ein segði “du har havt en god nat, hva?”. Eg gekk bara skjótt avstað.
Søgan er send til Røddina, og avsendarin er dulnevndur.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |