Nú skal musikkskúlin í Havn byggjast

Nú skal musikkskúlin í Havn byggjast
Samráðingar verða nú við Húsavarðartænastuna sum hevði lægsta tilboðið uppá skúlan
 
28.01.2017 - 10:36

Tórshavnar kommuna fer nú undir samráðingar við Húsavarðartænastuna, sum hevði lægsta tilboð uppá at byggja Musikkskúlan. Tað skrivar heimasíðan hjá kommununi.
Kommunan hevur nú, eftir býráðsfundin hóskvøldið, broytt fíggjarætlanina so at tøkar eru góðar 26 miljónir at byrja við. 

Býráðssamgongan er samd um, at restin av fíggingini verður játtað í íløguætlanini fyri 2018 og 2019.

Musikkskúlin verður um 2.600 bruttofermetrar til støddar við stórum orkesturhøli, sum umframt at vera undirvísingarstað fyri stór kór og orkestur eisini er ætlað til framførslur við upp til 350 áhoyrarum. Øll undirvísingarhøli eru serútgjørd, har serligur dentur er lagdur á bestu ljóðviðurskifti, skrivar heimasíðan.

Avgjørt er eisini, at skúlin skal hitast við fjarhita.

Gunnvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini, sigur við heimasíðuna, at vónandi verður sáttmáli undirskrivaður innan 1. apríl. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961