Hybridbilar eiga eisini at sleppa undan mvg

Hybridbilar eiga eisini at sleppa undan mvg
Arbeiðsgevararnir hava gjørt viðmerkingar til uppskotið frá landsstýrinum
 
07.02.2017 - 14:17

Føroya Arbeiðsgevarafelag undrast á, at hybridbilar, blendingsbilar, ikki eru við, nú landsstýrið ætlar at geva teimum, sum keypa sær ein bil, sum brúkar streym ella vetni í staðin fyri bensin ella diesel, meirvirðisgjaldið aftur úr landskassanum, tó í mesti lagi 70.000 kr.

Hybridbilar brúka til dømis bæði streym og bensin.

Arbeiðsgevarafelagið hevur annars ikki aðrar viðmerkingar um uppskotið um at broyta lógina um meirvirðisgjald. 

Eiga at gera uppskotini liðug

Felagið mælir tó til, at Fíggjarmálaráðið ger uppskotini liðug, áðrenn tey verða send til hoyringar.

Í tveimum førum stendur XX í staðin fyri tøl í lógaruppskotinum, sum Føroya arbeiðsgevarafelag fekk til hoyringar.

70.000 kr. í meirvirðisgjaldi svarar til, at bilurin kostar 350.000 kr. við meirvirðisgjaldi.

Prísurin fyri bilin verður tí 280.000 kr.

Galdandi í tvey ár

Lógarbroytingin skal koma í gildi 1.januar í ár, og hon verður galdandi í tvey ár. 

Frammanundan sleppa fólk undan at gjalda skrásetingargjald og vegskatt fyri elbilar og vetnisbilar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485